Jasper gav vágamonnum luft undir veingirnar

Lítil hálvur tími var farin, tá ið Jasper Van Der Heyden skoraði fyri sættu ferð, og hetta málið kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týdningarmikið

Fyri tveimum vikum síðani vann B68 6-2 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Í dag var 07 Vestur á Svangaskarði, og tað var týðuligt, at Michael Schjønberg og hansara menn høvdu gjørt skúlating.

 

Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Jasper Van Der Heyden fyri sættu ferð í ár var málskjútti hjá 07 Vestur. Tað var eftir sending frá Teiti Olsen.

 

1-0 sigurin á Svangaskarði ber við sær, at 07 Vestur nú er á sætta plássi við 21 stigum, og at tað eru fýra stig aftur til AB, sum saman við Skála er undir strikuni, og B68. AB og B68 hava bæði 17 stig, og NSÍ hevur 19 stig.

 

Í góðveðrinum vóru heilt nógvir 07 Vestur áskoðarar á Svangaskarði, og teir bjóðaðu kring vøllin av álvara mælsku og sjónligu B68 áskoðarunum av.

 

Talan var um framúr undirhald. Felags fyri báðar partar var, at spælararnir løgdu ógvuliga nógv fyri. Tað vóru nógvir nærdystir, og tað vóru spentar støður og málmøguleikar í báðum endum, men tað vórðu ikki fleiri mál skorað enn tað, sum 07 Vestur skoraði í 33. minutti.

 

-Ætlanin var fyrst og fremst at verja fyri, at mótstøðumenninir fingu úrtøku úr møguleikum, sum vit ofta hava givið mótstøðuliðunum. Okkara spælarar runnu nógv og góvu seg fult og heilt, og tá ið vit so vunnu eitt mál, var tað avgerandi fyri, at vit vunnu øll stigini, og at vit lyftu okkum longur burtur frá botninum. Men stríðið er ikki liðugt, og tað eru nógvir dystir eftir at spæla. B68 spældi seg til møguleikar, og tíbetur var Ari í Harladstovu Petersen stinnur í málinum. Vit vistu, hvat vit ætlaðu okkum, og tíbetur vunnu vit. Nú eru sjey dystir eftir. Tá ið fyrsta bríksl verður, eiga vit eitt stig, og tað skulu vit halda tørn um og helst skora og vinna. Nevndin í felagnum hevur kynt uppundir at fáa áskoðararnar at ferðast við okkum, og tað hevði ógvuliga stóran týdning í dag, sigur Michael Schjønberg venjari hjá 07 Vestur.

 

B68 venjarin er vónbrotin:

 

-Fyrri hálvleikur var ikki góður hjá okkum. Tá vóru vit ov strongdir, tí vit spældu ikki møguleikarnar so góðar, sum vit høvdu møguleika at gera. Eftir steðgin megnaðu vit at vinna nógvar møguleikar, men tíverri eydnaðist tað ikki at skora, og so mugu vit staðfesta, at 07 Vestur vardi væl betri, enn vágamenn gjørdu, tá ið vit vóru har vesturi. Hugburðurin var góður, og um vit halda fram við hesum hugburðinum, so fara vit at vinna fleiri stig og sigrar, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.

 

 

 

 

 

B68 – 07 Vestur 0-1 (0-1)

 

0-1: Jesper Van Der Heyden

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Tonni J. Thomsen – Sebastian Lau Nielesen, Hugin Samuelsen, Mohamed Samba – Boubacar Sidik Dabo

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Eiler Fróðason, Jóannis á Steig – Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen – Teitur Olsen, Janus Svabo Samuelsen, Jasper Van Der Heyden – Ronni Møller-Iversen