Jasoni Johannesen til áminningar

2. páskadag hin 21. apríl and­aðist úrmælingurin Jason Johannesen á lands­sjúkra­húsinum og fór úr kapellinum flaggdagin og til gravar úr Argja kirkju leygardagin hin 26 apríl. Hann gjørdist 79 ára gamalur.
Við Jasoni er mikil álitis­­maður innan flaka­virkis­­vinnu farin. Í honum runnu nógv av teimum bestu eyðkennunum hjá før­­oy­­ingum saman. Bretar hava orðið “gentle­man”, men menta­­kvinnan Maria Mikkelsen skal hava havt á orði, at føroyingar eiga eitt orð, sum er betri, og er tað orðið “álitis­maður”. Einum álitis­manni høvdu teir fyri neyðini til bjarga, umborð á báti og skipi, og einum álitis­manni høvu teir fyri neyðini, um tað skuldi eydnast við virk­semi á landi.
Jason var ein tílíkur álitis­maður. Tað kunnu vit øll taka undir við, sum komu at starvast saman við Jasoni. Hann vildi gera mun, har ið hann var, var spar­in, ábyrgdar­fullur, orðhildin og eyð­mjúkur. Jason var ein av okkara fremstu flaka­virkis­monnum.
 Tað høvdu vit frætt, tá ið vit báðir Absalon í Buð fyri ávikavist Viðareiðis og Hvannasunds kommunu á Havnarferð í 1971 eftir fund við landsstýrið fóru út á Bacalao í Havn og bóðu Jason koma norður sum virkis­leiðara á flaka­virki­num í Norð­depli. Jóhan Christ­iansen í Norð­depli hevði slóðað fyri flaka­virk­in­um og átti tað tá sam­an við komm­un­unum. Kommunurnar høvdu meirilutan og veð­hildu fyri rakstrinum, og vildu vit tí tryggja okkum góða leiðslu. Jason var tá framl­eiðslustjóri á Nordafar í Føroyingahavnini í Grønlandi um summarið ella rættari sagt 9 mánaðir av árinum og arbeiddi á Bacalao um veturin ella 3 mánaðir. Jason hevði tá verið 12 ár á flakvirkinum í Føroyingahavnini, og tað hevði gingist væl. Tey árini var virksemi stórt í Før­oyingahavnini, og fólk komu úr øllum Føroyum at fiska og arbeiða har. Jason plagdi at taka til, hvussu óføra raskir menn vóru, serstakliga hevði hann givið gætur eftir, hvussu raskir ið hvalbingar vóru. Arbeitt varð akkord, og tá ið eg einaferð hevði tað á orði í Hvalba, svaraði ein: “Ja, okur vóru býttir, sum okur kappaðust.” Jason hevur sjálvur greitt frá, tá ið hann kom yvir í Føroyingagavnini at arbeiða eftir sáttmála, Thulesen var vorðin stjóri og kom til hansara, meðan ið hann var á veg niðan av bryggjuni við posa á bakinum og kufferti í hondini og segði við hann: “Tað er tú, ið skalt vera formaður her!” Tað var kavi, og Jason segði: “Nei, nei – eg skal ikki verða formaður. Eg havi ein vanligan sátt­mála!” “Tað havi eg fingið at vita!”, sigur Thulesen, “men tú skalt vera formaður!” “Nei, nei”, segði Jason, “eg verði ikki formaður!” Tá tók Thulesen í akslarnar á hon­um og snarar honum oman móti atløgubrúnni og segði: “Skipið fer avstað aftur í morgin.” Síðan rýmdi hann, og Jason hevði einki val, um hann skuldi sleppa undan skommini at koma heim aftur við sama skipi.
Jason var gjáarmaður, sonur Peturs á Teigunum (Johannesen) og Astridar(f. Joensen), bæði frá Gjógv. Tey vóru 10 systkin, eins og systkinabørnini eisini vóru nógv í tali. Ein teirra var Hans Jacob Debes, ið seinni gjørdist professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, ein annar Jallgrímur Hilduberg, seinni landsstýrisfulltrúi. Heima lærdi Jason at vera sparin og álítandi. Hann bar nógva vøru úr Funningi til handilin hjá Petur Kristjani. Lærarar hjá Jasoni í Gjáar skúla vóru fyrst Jóhan Kalls­oy og síðan Erling Morte­nsen úr Fámjin, ið seinni gjørdist lærari og deknur í Oyndarfirði.
14 ára gamalur fór Jason til skips við “Saltnesi”, sum farbróðirin Sofus Hilduberg førdi. Ein annar farbróðir, Tummas Fagranes, átti skipið. Árið eftir og næsta við(1950-52) var Jason við skonnartini “Borgini” hjá Thorvaldi Hjelm í Vági. 1953-58 róði hann út í Íslandi og undir Føroyum. Heimaskiparaprógv tók Jason í 1955 og skiparaprógv í 1956. Eftir tað róði hann út og arbeiddi á Nordafar í Grønlandi um summarið og var um veturin á Bacalao í Havn. Honum varð álagt at vera formaður á Nordafar, tí at menn høvdu sæð evni hansara til tess – ábyrgdar­fullur og nærlagdur, sum hann var.
Frá 1971 til 1982 var Jason virkisleiðari og seinni stjóri á “Frostvirkinum” í Norð­depli. Hesa tíðina høvdu vit í nevndini fyri flaka­virkið (Absalon í Buð, Olaf Sivert­sen og undirritaði sum nevndar­formaður) tætt samstarv við Jason. Nógvur fiskur kom upp á land í Norðdepli, og meg minnist, at onkuntíð komu gamlar trolaraskiparar sum Kaj hjá Mortani og aðrir norður at síggja fiska­rúgv­urnar á gólvinum í Norð­depli. Vaktarmenninir vóru Steinfinn Matras frá Gjógv og Petur Frederiksen hjá Ólavi í Króki í Norðdepli. Steinfinn og Petur tóku sær av fiskinum, eisini áðrenn ið Jason kom, og høvdu teir manga langa vakt, eisini eftir at Jason var komin. Altíð vóru teir til reiðar at koma og taka ímóti fiski frá út­róðarmonnum, ið ofta komu seint aftur av útróðri og fóru tíðliga. Og heldur ikki var altíð so lætt at sleppa av við flakið, ið skuldi koyrast gjøgnum trongu tunnlarnar til avskipingar í Klakksvík. Ofta varð eisini farið yvir í egnum bilum fyri at spara flakvirkinum útreiðslur. Og Jason førdi yvirlit og spardi við at brúka pappírsrullur um aftur, tá ið roknast skuldi. Jason hevði vakra hand­skrift og dugdi sera væl at rokna. Jason ansaði væl eftir útreiðslunum, at tær ikki blivu ov stórar, og altíð vildi hann, at tað skuldi leypa av, men samtíðis var hann góður við fólkið og vildi skapa teimum tær bestu umstøður. Jason fekk flaka­virkið at koyra við yvirskoti øll árini. Hann førdi neyvt yvirlit yvir alt og ansaði væl eftir. Tó var hann ikki nøgdur við gongdina í Norðdepli, og tá ið Ivan Johannessen í Miðvági heitti á hann um at koma vestur og standa fyri flakavirkinum har, gjørdist Jason í juli 1982 stjóri á “Snarfrost” eftir at hava verið í Norðdepli í 11½ ár. À “Snarfrost” var Jason í 15½ ár, og tá ið øll flakavirkini vórðu løgd saman undir “Fiskavirking”, kom Jason í 7 ár at starvast á flakavirkinum í Runavík og endaði tey seinastu 2½ árini aftur á “Snarfrost” í Miðvági. Hann var trúgvur, har ið hann var. 73 ára gamalur fór Jason frá við eftirløn, men vitjaði aftur á ymsum flakavirkjum og brýndi knívar.      
Jason misti konuna Ninnu í oktobur 2012. Og stór var sorgin, tá ið sonur teirra “Hom” (Niels Holm) í 2003 brádliga doyði 42 ára gamalur, meðan ið hann inni spældi við børnini. Hetta tók teimum øllum dygt. “Hom” var so lívligur, og javn­­aldrarnir í Hvannasundi og á Viðareiði minnast mang­an leikin, sum “Hom” var uppií, kanska serstakliga við egn­ingar­skúr­arnar í Sandoyrarbug stutt frá húsunum, sum Jason og Ninna búðu í, meðan ið tey vóru norðuri í Sundi. Ofta hendi tað seg, tá ið undir­ritaði kom inn á gólv, bæði í Sand­oyrar­bug og á Argjum, at Jason sat og las í Halgubók. Har heintaði hann troyst, styrki og lívsins vegleiðing.
   Friður veri við minninum um heiðursmannin og fræga flakavirkismannin Jason Marno Johanne­sen. Harrin styrki tykkum børn við mak­um og abbabørnum, Eydna, Arnbjørn, Petur og Maibritt.
----
np