– Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evni í Føroyum, og nú er útheimurin eisini farin at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana live úr Reinsaríinum.
Soleiðis skriva tey úr Tórsgøtu í sambandi við konsertina, sum verður í kvøld:
– Tá man vinnur ta fyrstu heiðurslønina, so streyfar tankin um byrjanarheld og døgnflugur. Men tá mann vinnur heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir Jasmin, so er tað góðska.
Seinastu dagarnar er Jasmin farin í sjálvboðið sóttarhald, men hon er ikki einsamøll. Jasmin er farin í solidariskt sóttarhald saman við bólkinum, og hví ikki gera sóttarhaldið til eina venjingarlegu, tá man nú er í gongd? Og tað er akkurát tað, sum Jasmin hevur gjørt. Ein avgerð, sum vit gleðast um, tí tað verður ein Jasmin í absoluttum toppformi, sum trýnir inn á skermin týskvøldið kl. 21.
Leinkjan til konsertina: https://torsgota.fo/stroyming/