Jarvin skal venja Team Klaksvík

- Nú hevur felagið brúk fyri at koma víðari og flyta upp í bestu deildina, og tí er neyðugt at seta ein venjara til bert at taka sær av besta liðnum hjá felagnum, skrivar Team Klaksvík á heimasíðu sínari.

 

Team Klaksvík hevur lið við í næstbestu mansdeildini, og tað er hetta liðið, sum Jarvin skal venja.

 

Jarvin F. Hansen er klaksvíkingur og hevur í ár verið hjálparvenjara hjá Inga Olsen í Neistanum.

 

Heimasíðan hjá Team Klaksvík skrivar eisini, at Neistamálmaðurin Finn á Svøð, ið somueiðis er klaksvíkingur, hevur játtað at leika við Team Klaksvík í komandi ár.