Jarnbardur tevjar gull

6-mannafør kvinnur: Men tað skal vita Riddaranum verri við, enn tað hevur gjørt higartil, um tað ikki skal eydnast teimum úr Miðvági at vinna FM heitið fyri nøsini á Jarnbardi



Ein eitt sindur margháttlig støða hevur myndað seg. Jarnbardur, sum luttók á Norðoyastevnu til stuttleika, sum manningin sjálv lýsir tað, er nú rættuliga við at blanda seg í kappingina um gullkrónurnar og FM ferðasteypið, sum tær hava vunnið tvey tey seinastu árini og harvið hava møguleika at vinna til ognar, um alt á Ólavsøku fer at ganga teimum til vildar.
                      Fyrsta treytin fyri, at Jarnbardur skal vinna FM, er, at Jarnbardur verður fyrstur á mál ólavsøkuaftan. Tann setningurin tykist ikki vera so torførur at røkka hjá Jarnbardi. Hóast tær leingi ikki vóru so væl við í Sandavági, so eydnaðist teimum kortini at vinna triðja sigurin á rað.
                      - Vit fingu ikki góðan start. Á fyrsta teininum mistu vit eitt sindur til Riddaran. Hetta stríddust vit allan teinin við at vinna inn aftur, og tað var fantastiskt, at tað eydnaðist í síðstu tøkunum at taka Riddaran, frøddist stýrimaðurin á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, saman við bátsfeløgunum, eftir at tað var vorðið teimum greitt, at tær í síðstu løtu høvdu vunnið tepran sigur.
                      Spurningurin er so, um tað fer at eydnast Jarnbardi at vinna FM. Um tað skal eydnast, so skal Riddarin ikki vinna seg longri fram enn á triðja plássið. Higartil hevur Riddarin hvørja ferð verið fremstur ella næstfremstur.
                      Á Vestanstevnu róði Riddarin væl. Hann var leingi fremstur, og tá ið Jarnbardur fyrstu ferð bjóðaði av, megnaði Riddarin at halda tørn. Hóast hann í seinastu tøkunum misti sigurin, so vóru tað leygardagin ongar ábendingar um, at Riddarin á Ólavsøku ikki skal megna at vinna í hvussu so er næstfremsta plássið.
                      Riddarin var sjey sekund ella væl meiri enn tvær bátslongdir fyrr á mál enn Lómur av Argjum, sum var í tættari kapping við Hvessing um triðja plássið, meðan Smyril var væl aftastur.

 
 
 
Úrslit - 6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 04:57.24
2 Riddarin 04:58.12
3 Lómur 05:05.11
4 Hvessingur 05:06.11
5 Smyril 05:14.16