Tað tykist ikki fara at verða spenningur um, hvør skal vinna FM í kappingini millum kvinnur. Jarnbardur vann sera sannførandi á norðoyarstevnu. Og aftur á Skálafjørðinum var talan um tryggan sigur.
Jarnbardur legði seg beinanvegin eina hálva bátslongd fram um hinar bátarnar. Eina løtu sá tað út til, at Páll Fangi skuldi fáa fatur á Jarnbardi. Klaksvíksbáturin hevði gott áralag, og tær tóku seg eina løtu inn á Jarnbard í hvørjum taki. Men tað var Jarnbardur, sum stýrdi kappingini. Tær drógu frá aftur Páll Fanga, og so tóktist tað sum um tær úr Klaksvík mistu trúnna uppá, at tað skuldi bera til at fáa Jarnbard aftur, og so øktist munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar bátarnar. Tá bátarnir komu inn ímóti málinum, var Jarnbardur meiri enn tvær bátslongdir undan næstu bátunum.
Páll Fangi var aftur hesa ferð næstfremstur, men tað var um reppið, at Riddarin úr Miðvági fekk fatur á Pálli Fanga. Munurin var bara ein stórur skutur, og tað var ikki fyrrenn á allar síðstu metrunum, at tað var greitt, at tær úr Klaksvík tryggjaðu sær annað plássið. Men tað er neyvan nøktandi hjá manning, sum í fjør vann allar róðrarnar og harvið FM við fullum stigatali, at stríðast um annað plássið.
Eftir tvær kappingar og tveir sera sannførandi sigrar bendir alt á, at FM vinnarabáturin frá 1999 og 2000 skal vinna FM heitið aftur í ár.