Jarnbardur heldur fram í somu øði

Tað gekk, sum tað hevur gjørt í teimum báðum róðrunum fyrr í ár, og sum tað hevur gjørt seinastu árini, tá ið 6-mannaførini við kvinnum hava kappast.

Á Vágsfirði hevði Hósvíkingur hug at bjóða av í startspurtinum, og tá var Hósvíkingur fremstur. Men so gekk tað, sum tað plagar at gera. Í miðróðrinum var tað skjótt, at Jarnbardur vann seg eina bátslongd framum, og tann munurin øktist støðugt. Í endaspurtinum var aftur í dag talan um sannan uppvísning. Hóast tær aftur og aftur vinna, so sær tað út til, at tær á Jarnbardi duga væl at seta sær nýggj mál og avrika uppaftur betur, enn tær longu hava gjørt.

Hósvíkingur tykist hava tikið patent upp á næstfremsta plássið, og Páll Fangi úr Klaksvík vann kappingina um triðja plássið greitt.

 

##med2##

 

 

Mynd: Skíggjamynd kvf.fo

Mynd: Skíggjamynd kvf.fo