Tað var eingin spenningur, tá ið 6-mannaførini við kvinnum fóru um málið. Jarnbardur var so nógv fremstur. Knørra kvinnurnar vóru fleiri bátslongdir fyrr á mál, enn kappingarneytarnir vóru tað, um tað ber til at tosa um kapping.
Jarnbardur hevði ikki besta startin. Gongurólvur skræddi seg framum í fyrstu tøkunum, men tað var skjótt, at Jarnbardur hevði lagt seg á odda, og á málinum var fjarstøðan aftur til hinar báðar bátarnar meiri enn tríggjar bátslongdir.
Gongurólvur kom á mál sum nummar tvey, men tað var rættuliga stór kapping um hetta plássið. Lómur av Argjum hevði fleiri ferðir hug at bjóða av, og á málinum var sera tætt millu hesar báðar bátarnar.