Jarnbardur fyri sjeyndu ferð

Kvinnurnar í Knørrafelagnum vunnu FM við fullum stigatali

Tað var longu frammanundan greitt, at Jarnbardur hevði vunnið FM í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum, og í góðum róðrarlíkindum á ólavsøku var heldur einki at rafla um.

 

 

Jarnbardur legði seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og talan var um ógvuliga sannførandi sigur. Merkisvert var tað, at næstfremsti báturin eisini var ein av teimum bláu hjá Knørrafelagnum, nevniliga Herningur.

 

 

Rádni úr Fuglafirði var nummar trý.

 

´

6-mannafør kvinnur

1Jarnbardur04:48.23  
2Herningur04:55.11  
3Rádni05:00.24  
4Lómur05:02.20

 

 

Endaliga støðan