Fólkatingslimurin fyri Konservative, Rasmus Jarlov, er í hesum døgum og vitjar í Føroyum á fjórða sinni.
"Eg kom fyrradagin, so eg kundi uppliva alla ólavsøkuna, tá hetta er fyrsta ólavsøkan hjá mær," sigur Rasmus, ið hevur føroyska unnustu, Bjørk Krogh Olsen.
"Føroyar havi eg altíð hildið verið sera spennandi - eisini áðrenn eg møtti Bjørk. Eg var her á fyrsta sinni fyri seks árum síðani," sigur Rasmus.
Tað er eingin loyna, at fleiri danskarar kenna lítið til Føroya, tá hugsað verður um, at vit eru í sama ríki.
"Tað er eitt sindur flóvisligt. Danskarar áttu at vita nógv meira um Føroyar, enn teir gera. Kanska skuldi tað veri meira undirvísing í skúlunum um Føroyar," sigur Rasmus og heldur fram, "tí Føroyar eru heilt ótrúliga vakrar. Danskarar skuldu verið stoltir og erpnir av at vera í familju við Føroyar."
"Eg havi ferðast nógv. Møguliga eri eg yngsti danskari, sum hevur verið í yvir 100 londum, og Føroyar má eg siga er tað flottasta," sigur Rasmus avgjørdur, "men tað er ikki einans náttúran. Mentanin er eisini so ótrúliga hugtakandi. At man kann savna helvtina av tjóðini, har meginparturin hevur føroysk klæði sigur ikki lítið."
Sum fólkatingslimur hevur Rasmus sjálvsagt áhuga í tí politiska lívinum, sum er á ólavsøku.
"Í dag vóru vit til tingsetanina. Eftir tað fóru vit niðan í Løgtingið, og heilsaðu vit har upp á fleiri tinglimir," sigur Rasmus.
Rasmus Jarlov steðgar í Føroyum í 10 dagar, og tá fara hann og Bjørk niðuraftur, har tey eru búsitandi.