Ein jarðskjálvti, sum er máldur til 6,1, hevur í dag skakað norðurstrondina í suðuramerikanska landinum, Peru.
Skjálvtin, sum hevði sín miðdepil einar átta kilometrar eystan fyri býin, Sullana, rakti økið beint eftir middag í dag, lokala tíð.
Amerikanski jarðfrøðisstovnurin USGS vísir á, at jarðskjálvtin eisini merktist í grannalandinum, Ekvador.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at fólk í Sullana lupu út á gøturnar, tá tey merktu ógvusligu ristingarnar.
Higartil er einki frætt um, hvørt jarðskjálvtin hevur kostað mannalív, men frætt er um skriðulop í økinum, Colan, sum liggur út við strondina.
Tíðindastovan RPP veit sambært NTB at siga, at ein katedralur í landspartahøvuðsstaðnum Piura hevur fingið skaða í jarðskjálvtanum í Peru í dag.