Jarðskjálvti rakt oyggjaland í Kyrrahavinum

Ongar fráboðanir eru komnar um fólk, sum hava fingið skaða, eftir at ein jarðskjálvti í nátt varð máldur norðan fyri Tonga

Ein jarðskjálvti, máldur til 6,4, er í nátt skrásettur 84 kilometrar noðran fyri Tonga í Kyrrahavinum.

 

Tað skrivar AFP tíðindstovan.

 

Sambært amerikanska geologiska stovninum, The US Geological Survey, var skjálvtin umleið 100 kilometrar undir jørð.

 

Episentrið var sambært stovninum 85 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin í Tongo, Nuku'alofa. Skjálvtin hevur ikki ført til flóðalduávaringar.

 

Tonga er eystan fyri Fiji í Kyrrahavinum, og har eru tilsamans 177 smáar oyggjar.

 

Klokkan tvey í nátt vóru enn ongar fráboðanir um særd ella deyð, eins og tað heldur ikki vóru fráboðanir um materiellar skaðar.

 

Ein íbúgvi segði AFP tíðindastovuni, at talan var um ein »minni« jarðskjálvta.

 

Í gjár elvdi eitt eldgos í Indonesia til eina flóðaldu, sum rakti fleiri strendur. Minst 284 fólk doyðu, og fleiri enn 800 hava fingið skaða.

 

1.000 fólk eru framvegis ikki afturíafturkomin. Tað siga landsins katastrofumyndugleikar, sum óttast, at talið av deyðum verður hægri.

Flóðaldan rakti fleiri øki í Sunda sundinum millum oyggjarnar Java og Sumatra, eisini strendur í Pandeglang, Serang og Lampung, umleið klokkan 21:30 lokala tíð.

 

Serliga vælumtókt strandaøki í Pandeglang eru hart rakt av flóðalduni.

 

Sambært katastrofutilbúgvingini stóðst flóðaldan bæði av skriðulopi undir jørð og sjógangi frá flóð og fjøru.

 

Í dag hevur regnað illa í økjunum. Serfrøðingar óttast, at regnið fer at elva til fleiri aldur av sjógangi.

 

Á filmsbrotum og myndum frá ymsu økjunum síggjast bygningar, sum eru lagdir í oyði, gøtur, sum eru undir í vatni og bilar, sum liggja á takinum. Hesum boðar bretska sjónvarpsstøðin BBC frá.

 

/ritzau/