Jarðskjálvti hevur rakt Kalifornia

- Ávaringar eru sendar út um vandan fyri flóðaldum í samband við jarðskjálvtan, veit Reuters at siga

Skjálvtin máldi 7,5, og miðdepilin var út fyri strondini í Eureka har norðuri í Kalifornia

Ein jarðskjálvti hevur rakt norðara part av Kalifornia, og strondin út fyri Eureka er miðdepil fyri jarðskjálvtanum.

Sagt verður, at jarðskjálvtin máldi 7,5 á Richterskalanum.

 

Reuters veit at siga, at ávaringar eru sendar út um vandan fyri flóðaldum í samband við jarðskjálvtan.

 

Fyrst varð sagt, at skjálvtin máldi 6, síðan 6,6, og seinni hevur verið sagt, at styrkin var 7,5.

Tíðindastovan NTB, sum endurgevur Reuters, sigur, at higartil er einki frætt um oyðileggingar í samband við jarðskjálvtan.

 

 

 

Skjálvtin máldi 7,5, og miðdepilin var út fyri strondini í Eureka har norðuri í Kalifornia