Í dag var ein jarðskjálvti, sum bleiv skrásettur til 7,7 á Richterstiganum. Sambært jarðfrøðingunum var miðdepilin í skjálvtanum undir havbotnminum góðar 10 fjórðingar úr landi. Í gjárkvøldið skalv jørðin við Salomonoyggjarnar eisini. Tann jarðskjálvtin var 7,6 á Richterstiganum.
Aftan á skjálvtan í gjárkvøldið ávaraðu myndugleikarnir um møguleikan fyri flóðaldu við Salomonoyggjarnar,Vanuatu og Papua Ný Guinea, men sum skilst kom eingin alda.
Tíðindastovurnar hava heldur ikki sagt nakað um, at fólk hava fingið skaða av teimum báðum jarðskjálvtunum.