Jarðskjálvtin í Italia kravt minst 92 mannalív

Minst 90 fólk eru deyð, og fleiri eru ikki komin afturíaftur eftir tann harða jarðskjálvtan í Italia í nátt Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Miðitalia í nátt veksur støðugt. Fyrrapartin varð sagt, at skjálvtin hevði kravt 27 mannalív, men italsku fjølmiðlarnir siga nú, at talið er minst 90.

Onkrir fjølmiðlar siga, at 92 fólk eru funnin deyð, og at leitað verður eftir tíggju fólkum, msum búðu á einum skúlaheimi, sum rapaði í skjálvtanum.

Myndugleikarnir siga, at bygdin Onna er javnað við jørðina, og at leitað verður eftir fólki har, sum ikki eru komin afturíaftur síðani skjálvtan.