Jarðskjálvtin í Haiti kann hava kravt 350.000 mannalív

Tá uppteljingin í dag er liðug, fara myndugleikarnir í Haiti væntandi at boða frá, at jarðskjálvtin hevur kravt 150.000 mannalív. Men samstundis bera myndugleikarnir ótta fyri, at 120.000 onnur ella kanska enn fleiri liggja framvegis undir húsaleivdunum,

Tað er tann almenna heilsunevndin, sum tekur ímóti og samskipar upplýsingarnar frá bjargingar- og hjálparfelagsskapunum, sum leita í húsaleivdunum í Port-au-Prince og aðrastaðni. Marie-Lawrence Jocelyn Lassegue, sum er ráðharri í samskiftismálum, sigur við tíðindastovurnar, at talið á deyðum er á veg upp um 150.000.
-Tað er sera trupult at siga við vissu, hvussu mong kunnu hava latið lív, men forsætisráðharrin hevur nevnt talið 200.000, sigur Lassegne við fronsku tíðindastovuna AFP.
Heitisku myndugleikarnir og ST hava fyrr sagt, at jarðskjálkvtin hevur kravt millum 100.000 og 200.000 mannalív, men myndugleikarnir viðganga, at tað veruliga talið á deyðum kann fara væl upp um 300.000.

Bíða í vikur
Teir seinastu dagarnar hava tíðindafólk greitt frá, at tey hava vitjað bygdir, sum eru javnaðar við jørðina. Tey bygdafólkini, sum sluppu livandi frá skjálvtanum, hava hvørki sæð nakað hjálparfólk ella nakra matvøruhjálp síðani skjálvtan. ST viðgongur, at tað hevur tikið ov langa tíð at fáa hjálpina fram, men sigur, at nú fer tað at ganga skjótari.
-Kortini kann tað taka vikur at útvega teimum seinastu hjálp, sigur Henrik Kastoft, sum er samskiftisleiðari hjá ST-menningarstovninum UNDP, við danska kringvarpið. Hann sigur, at tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at jarðskjálvtin oyðilegði havnina í Port-au-Prince, samstundis sum tað mesta av vegakervinum bleiv oyðilagt. Nú er havnin í høvuðsstaðnum opin aftur, og flogvøllurin er umvældur, so nú gongur betur at fáa neyðhjálp til landið.
-Nú fáa vit 350 bingjur við neyðhjálp um dagin, sigur Henrik Kastoft við DR.

Óttast regnið
Um stutta tíð byrjar regntíðin í Haiti, og ST ávarar um, at tað kann elva til stórar trupulleikar hjá teimum, sum sluppu livandi frá jarðskjálvtanum. Myndugleikarnir halda, at umleið 200.000 fólk hava fingið skaða, og at bara í høvuðsstaðnum Port-au-Prince eru umleið 600.000 fólk, sum ikki hava tak yvir høvdið. Nógv av teimum noyðast at húsast sum frægast í fyribilsbústaðum og at liva av útlendskari hjálp tey næstu árini.
Teir stóru hjálparfelagsskapirnir vóru skjótir at hjálpa Haiti. Ein av felagsskapunum er USAID, og leiðarin, Rajiv Shah, sigur við AFP, at tey gera tað, sum stendur í teirra makt.
-Eg má viðganga, at vit hava ongantíð sæð so umfatandi oyðileggingar fyrr. Tað er greitt, at vit megna ikki at hjálpa fólki so skjótt, sum vit fegin vilja, men tað er eisini greitt, at vit verða verandi her í langa tíð, sigur Shah.
Ætlanin er at flyta 400.000 fólk úr høvuðsstaðnum og at hýsa teimum í stórum tjaldstøðum nærhendis býnum. ST-talsmaðurin Nicholas Reader segði í gjár, at teir haitisku myndugleikarnir hava valt út 500 støð, har ætlanin er at seta upp tjøld, ið skulu hýsa teimum 400.000.

Meiri hjálp
Fleiri lond hava játtað av økja hjálpina til tey neyðstøddu í Haiti, og listafólk av ymsum slagi skipa fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at savna pengar til hjálpåararbeiðið.
Eitt tiltak í amerikonskum sjónvarpi um vikuskiftið gav góðar 300 milliónir krónur, og í Kanada komu 80 milliónir krónur inn í einum tilsvarandi tiltaki.
Í kvøld verður fundur í Kanada, har sendimenn og uttanríkisráðharrar úr fleiri londum skulu tosa um hjálpararbeiðið í Haiti. Millum fundarfólkini eru uttanríkisráðharrarnir í USA og Fraklandi, Hillary Clinton og Bernard Kouchner.