Jarðskjálvtin í Finnlandi skakar alt Evropa

Tað var ikki bara eitt sokallað skriðuval, tá tann høgravendi flokkurin Sannfinländarna ferfaldaði sín veljaraskara á finska ríkisdagsvalinum um vikuskiftið. Tað var einki minni enn ein politiskur jarðskjálvti, sum kann skaka alt Evropa

559.342. Tað var atkvøðutalið hjá Sannfinländarna á valinum sunnudagin samanborið við 112.252 á seinasta vali, og við góðum 19 prosentum av atkvøðunum og 39 ríkisdagslimum er flokkurin vorðin ein týðandi leikari á tí politiska pallinum. Fyribils í Finnlandi, men hann kann eisini fáa týdning langt út um finska landamarkið.
Tann avgerandi spurningurin er, um flokkurin kemur í stjórnarsamgongu nú eftir valið og kann gera síni sjónarmið galdandi uttan fyri Finnland. Timo Soini, floksformaður og felagar hansara eru ikki ES-stuðlar, og flokkurin er millum annað sera ivingarsamur um kreppupakkarnar, sum ES hevur latið og kanska skal lata kreppuraktum limalondum.
-Royndirnar vísa, at pakkarnir virka als ikki, og lond í kreppu skulu ikki hava finskar pengar, sigur Timo Soini. Ein treyt fyri kreppupakkunum hjá ES er, at tað er semja, og sigur Finnland nei, verða ikki fleiri pakkar at lata. Tí hevur finska valúrslitið elvt til stúran í eitt nú Portugal.
Sannfinländarna er ein flokkur fyri finnar, og flokkurin hevur sagt, at hann fer at virka fyri strangari reglum á innflytaraøkinum, eins og hann vil hava svenskt úr finska skúlaverkinum.
-Hetta er ein sigur fyri tað finska fólkið. Tað ber ikki til at lata teir gomlu flokkarnar stýra eitt árstíggju fyri og annað eftir, segði Timo Soini við svenska sjónvarpið aftan á valsigurin.
Sum væntað bleiv Savningarflokkurin tann størsti á valinum um vikuskiftið, og flokkurin hevur sagt, at hann er til reiðar at samstarva við allar flokkar í stjórn.