Jarðskjálvti við Solomonoyggjarnar

Í morgun var ein jarðskjálvti nærhendis Solomonoyggjunum í Kyrrahavinum. Skjálvtin, sum var 6,5 á Richterstiganum, hevði miðdepil 22 kilometrar undir havbotninum við suðurstrondina á oynni Guadalcanal, sum er góðar 20 fjórðingar frá høvuðsstaðnum Honiara.

Myndugleikarnir sendu ikki flóðalduávaring, og tað vísti seg heldur ikki at vera neyðugt.

Solomonoyggjarnar eru í einum sera virknum jarðskjálvtaøki. Fyri fimm árum síðani doyðu 52 fólk, og fleiri túsund mistu hús og heim í einum jarðskjálvta, sum var 8,1 á Richterstiganum.