Fríggjadagin merktu íbúgvar í Tasiilaq í Grønlandi ristingar.
Talan var um jarðskjálvta, ið varð máldur til 4.0 á Richter-stiganum, skrivar Sermitsiaq.
Hetta hendi um middagsleitið fríggjadagin tann 17. apríl, og 25 minuttir seinni var ein eftirskjálvti, ið var máldur til 3,8. Og hálvan tíma seinni var aftur ein skjálvti, ið varð máldur til 3.3.
Sagt verður, at skjálvtarnir hendu eini 30 kilometrar norðanfyri Tasiilaq, men at fólk í Tasiilaq merktu skjálvtarnar.
Fólk gjørdust kløkk og bangin, og nøkur fóru úr húsum sínum, men bert ein fráboðan er komin um minnni materiellan skaða.