Seinnapartin í dag siga nógv túsund fólk í syðra parti av Onglandi, at jarðskjálvti hevur rakt henda partin av landinum umleið klokkan 14.30 í dag.
Tað skrivar Independent. Sambært BBC skal talan vera um jarðskjálvta, sum er máldur til 4,4 á Richterskalanum, og bretar hava merkt skjálvtan eitt nú í Manchester og syðra parti Wales.
Sagt verður úr Bretlandi, at jarðskjálvtin hevur rakt víða, og bretar hava ikki upplivað líknandi í økinum í 10 ár, skrivar The Telegraph.