Turkaland og Grikkaland blivu í nátt rakt av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,7 á richter-skálanum. Miðdepilin í skjálvtanum var 12 kilometrar í ein landnyrðing úr Kos, nærhendis turkiska strondina.
Grikska feriuoyggin Kos varð serliga hart rakt av skjálvtanum, og skrivar BBC, at tvey fólk hava latið lív. Svenska blaðið Dagens Nyheter skrivar, at annar av teimum, ið doyði var svenskari, og at hin var úr Turkalandi.
BBC skrivar, at í minsta lagi 100 fólk eru løstaði í náttúruvanlukkuni, og at fleiri bygningar hava fingið skaða í bæði Turkalandi og Kos.
Kos er eitt vanligt feriustað hjá føroyingum, og sum in.fo skilur, eru fleiri føroyingar í løtuni á oynni.