Jarðskjálvti í Peru

Ein harður jarðskjálvti skakaði í gjárkvøldið frumskógarbýin Pucallpa í Peru Tíðindastovurnar skriva, at fólk runnu ræðslusligin út á gøturnar, men einki er frætt um, at nakar hevur latið lív.

Sambært myndugleikunum var jarðskjálvtin 6,3 á Richterstiganum.

Fyri umleið einum ári síðani var ein jarðskjálvti í Peru, og tá doyðu umleið 500 fólk. Tann skjálvtin var tætt við høvuðsstaðin Lima.