Jarðskjálvti og flóðalda í Japan

Ein harður jarðskjálvti við Japan elvdi í morgun til eina fýra metrar høga flóðaldu, sum skolaði bilar, skip og hús burtur. Myndugleikarnir siga, at teir hava fingið fráboðanir um fleiri fólk, sum hava fingið skaða.

Jarðskjálvtin var 8,8 á Richterstiganum, og japanski jarðfrøðistovnurin ávaraði alt fyri eitt um, at skjálvtin kundi elva til eina flóðaldu, sum kundi vera upp í seks metrar høg. Flóðalduávaringin er ikki bara galdandi fyri Japan, men eisini onnur lond í norðara parti av Kyrrahavinum.

Í Tokyo siga fólk, at jarðskjálvtin var tann harðasti tey seinastu 20 árini.