Ein jarðskjálvti, sum var 5,5 á Richterstiganum, var undir botninum har eysturi í Miðjarðarhavinum í gjárkvøldið.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var einar 20 kilometrar undir havbotninum einar 40 fjórðingar í landssynning úr Kýpros. Sagt vrður, at hús í Ísrael og á Vestara Áarbakka skulvu nøkur sekund, men einki er tó frætt um nakran skaða.
Í august í fjør var eisini ein jarðskjálvti á hesari somu leiðini. Hann var 4,2 á Richterstiganum.