Jarðskjálvti merktist í Danmark

Ein jarðskjálvti í Suðursvøríki merktist væl á Bornholm og á leiðini við Keypmannahavn Ristingarnar vardu umleið fimm sekund, og danski jarðfrøðistovnurin váttar í morgun, at talan var um ein jarðskjálvta, sum eftir øllum at døma hevði miðdepil í Suðursvøríki.

Fyribilsmátingar siga, at skjálvtin var 4,5 á Richterstiganum.

Danska kringvarpið sigur, at skjálvtin merktist í øllum høvuðsstaðarøkinum, Holbæk, Snekkersten, Solrød og á Bornholm. Sjálvt í Nyborg og enntá í Vejle siga fólk, at tey merktu ristingarnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at danir kenna ristingarnar av jarðskjálvta. Seinast var í september í 2004, og tá var tað ein jarðskjálvti, sum hevði miðdepil í Kaliningrad.