Bilar og bygningar ristu, tá jarðskjálvti seinnapartin í dag - lokala tíð, merktist í California.
Skjálvtin varð máldur til 5,3 á richterskalanum.
Hóast sjálvur skjálvtin hevði miðdepil í Kyrrahavinum, við oynna Santa Cruz Island, so merktist skjálvtin í Los Angeles, og verður sagdur at verða harðasti skjálvti har á leið í fleiri ár.
Bilar og bygningar ristu, og fólk gjørdust bangin.
Útlendskir miðlar skriva, at myndugleikar á staðnum enn ikki hava frætt um fólk, ið eru deyð, ella hava fingið skaða av jarðskjálvtanum. Hinvegin verður sagt, at vandi er ikki fyri tsunami orsakað av skjálvtanum.