Jarðskjálvti í Italia

Ein harður jarðskjálvti, sum var 5,9 á Richterstiganum, var nærhendis býnum Bologna har norðuri í Italia í nátt. Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og at tvey hava fingið skaða, men myndugleikarnir stúra fyri, at bæði tølini fara at veksa, so hvørt sum bjargingarliðini koma fram.

Tíðindastovurnar skriva, at fleiri hús eru rapað nærhendis býnum Bondeno, og at fleiri hús í Bologna og Verona hava fingið skaða. Reuters skrivar, at fleiri søguligir bygningar eru illa farnir.

Italsku jarðfrøðingarnir siga, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var einar 35 kilometrar í útnyrðing úr Bologna.

Tann seinasti ógvusligi jarðskjálvtin í Italia var í 2009, tá næstan 300 fólk foyðu í býnum L'Aquila miðskeiðis í landinum.