Ein jarðskjálvti, máldur til 3,3 á Richter-stiganum, rakti Hetland í gjár. Klokkan 5.32 um morgunin vórðu fólk vakt, tá tey hoyrdu eitt buldur og merktu húsini ristast Tað skrivar bretska blaðið The Independant í gjár. Bretska jarðfrøðisstovan, British Geological Survey, váttar at skjálvtin var máldur til 3,3 á Richter-stiganum. Løgregla og vaktar- og bjargingartænasta siga, at tey hava fingið eina rúgvu av uppringingum frá óttafullum húseigarum.
Ein talskvinna fyri bretsku jarðfrøðisstovuna segði í gjár, at staðið, har jarðskjálvtin var, var rættiliga óvanligt, tá hetta ikki eri eitt øki, ið er kent fyri tess seismiska aktivitet.
Aoife O? Mongain, doktari á bretsku jarðfrøðisstovuni segði við The Independant í gjár, at tey hava viðgjørt seismiska aktivitetin á teirra kortum á Lerwick-støðini, og tað vísti ein jarðskjálvta á 3,3 á Richter-stiganum.
Hon greiddi víðari frá, at seismiski aktiviteturin varð eisini máldur í Plockton í vestaru oyggjunum, men at tað ikki var mált í Edinburgh. »Fólk søgdu, at tey føldu tað sum at eitt tok koyrdi beint framvið húsunum, og at vindyguni ristust«, greiddi hon frá.
Hon legði afturat, at miðdepilin var á landi, umleið 20 kilometrar í ein útnyrðing úr Lerwick.
Jarðskjálvtin er tann harðasti, ið er mátaður har síðan 12 oktober í 2002, tá ein skjálvti á 3,5 á Richter-stiganum varð máldur, umleið 85 kilometrar í ein útsynning frá hesum skjálvtanum.
Ongar fráboðanir eru um materiellan ella fólksligan skaða.
Støðirnar hjá Jarðfeingi hava ikki uppfanga jarðskjálvtan, av tí at hann var av so veikum slag, og er støðan tann sama á øðrum støðum í Bretlandi. Skjálvtin varð bert máldur í Hetlandi.