Jarðskjálvti í Grikkalandi

Ein jarðskjálvti, máldur á 6,3 á Richter-stiganum, hevur í morgun verið í grikska oyggjahavinum. Ein kvinna er higartil funnin deyð, men einki verður sagt um størri skaðar. Tíðliga í morgun var ein jarðskjálvti, sum máldi 6,3 ár Richter-stiganum í grikska oyggjahavinum. Miðdepilin var 445 km sunnanfyri vælvitjaðu ferðafólkaoyggina Rodos, og kundi merkjast í Turkalandi, á grikska fastlandinum og á Kreta.

Higartil eru ikki sagt frá størri skaðum ella deyðsfallum. Ein kvinna er funnin deyð, tá hon eftir øllum at døma datt oman gjøgnum einar trappur tá hon var við at flýggja út úr húsum hennara, skrivar DR í morgun.

Nógvir føroyingar eru árliga í Grikkalandi og ferðast, og keldur, vit hava tosað við, greiða frá at skjálvtin merktist væl á vælumtøktu ferðaoyggini Kreta. Tó verður heldur ikki greitt frá størri skaðum haðani.