Jarðskjálvti í Christchurch

Ein jarðskjálvti, sum var 5,0 á á Richter-stiganum, var í dag í býnum Christchurch í Ný Sælandi, men tíðindastovurnar hava ikki sagt nakað um nakran stórvegis skaða.

Jarðfrøðingarnir siga, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 18 kilometrar frá sjálvum Christchurch, sum tann næststørsti í landinum. Fyri einum lítlum ári síðani var ein harður jarðskjálvti í býnum, og tá doyðu 181 fólk.

Ný Sæland er í einum sera virknum jarðskjálvtaøki, og har eru umleið 15.000 skjálvtar um árið.