Jarðskjálvtar undir grikska havbotninum

Griksku oyggjarnar Krit og Santorini skulvu fyrrapartin av einum jarðskjálvta, sum var undir botninum í Egearahavinum. Jarðfrøðistovnurin í Athen sigur, at skjálvtin var 5,2 á Richterstiganum.

Stutt frammanundan var ein annar jarðskjálvti á somu leið einar 25 fjórðingar í útsynning úr Santorini. Hann var 5,3 á Richterstiganum.

AP-tíðindastovan skrivar, at fólk runnu ræðslusligin út á gøtuna av jarðskjálvtunum, men sambært grikskum fjølmiðlum hevur einki fólk fingið skaða.

Grikkaland er tað mest virkna jarðskjálvtalandið í Evropa.