Tveir jarðskjálvtar hava verið í Kili í kvøld. Fyrst var ein jarðskjálvti við býin Temuco einar 500 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Santiago, og stutt eftir var ein skjálvti úti við strondina.
Tey fyrstu tíðindini søgdu, at jarðskjálvtin við Temuco var 7,1 á Richterstiganum, men seinni kunngjørdu myndugleikarnir, at skjálvtin var 6,5.
Flóðalduávaringarskipanin, sum hevur høvuðsstøð á Hawaii, sigur, at tað er eingin vandi fyri flóðaldu av jarðskjálvtunum í kvøld.
Tíðindastovurnar skriva, at fólk tustu út á gøtuna, tá jarðskjálvtarnir vóru í kvøld, tí fólk hava ikki gloymt tann ógvusliga jarðskjálvtan, sum var 27. februar í fjør. Hann var 8,8 á Richterstiganum og kravdi umleið 500 mannalív.










