Jarðfrøðissavn týðandi leiklut í 1. útbjóðingini

Í dag er Jarðfrøðissavnið ein deild undir Náttúrugripasavninum. Arbeitt verður tó við eini ætlan um at gera Jarðfrøðissavnið til ein sjálvstøðugan granskingarstovn undir Oljumálastýrinum. Uppgávan í dag er m.a. at vera tann forlongdi jarðfrøðiligi armurin hjá Oljumálasstýrinum, nú oljuleiting skal í gongd. Stovnurin hevur ein týðandi leiklut í sambandi við ta leitistrategi, sum verður løgd í sambandi við komandi útbjóðing. Martin Heinesen er tí við í einum av bólkunum, sum Oljumálastýrið hevur sett til at fyrireika 1. útbjóðing.

Allar kanningar, sum verða gjørdar á føroyskum øki, og alt tilfar frá hesum økinum skal verða tøkt hjá Jarðfrøðissavninum. Í loyvunum til kanningar stendur, at øll feløg skulu lata Jarðfrøðissavninum alt tilfar ikki minst tað dataviðgjørda tilfarið. Tvs. at Jarðfrøðissavnið hevur í dag mest sum alt tað tilfar og vitan um føroysku undirgrundina, sum Oljufeløgini sita inni við. Í veruleikanum hevur Jarðfrøðissavnið breiðari og betri grundarlag at meta um undirgrundina enn oljufeløgini hvør sær, tí savnið hevur upplýsingarnar hjá øllum feløgunum. Hinvegin hevur stovnurin langt frá ta orku og serfrøði, sum oljufeløgini hava til sohvørt at arbeiða víðari við tilfarinum.

Martin Heinesen viðgongur, at skipanin við at fáa allar upplýsingar frá olju- og øðrum feløgum frá føroyskum øki, er ikki galdandi fyri umleið helvtina av Hvíta økinum, sum er vorðið partur av føroyski umráði eftir avtaluna við bretar um markið. Kortini sær hann ikki hetta sum nakran stóran trupulleika, tí teir hava sera gott samstarv við oljufeløgini, eisini tá talan er tann partin av Hvítu Sonuni, sum í dag er føroyskur. Men hesin parturin kemur so ikki undir avataluna, tí hon er gjørd, áðrenn helvtin av Hvíta økinum bleiv føroysk.

Í dag situr Jarðfrøðissavnið eisini inni við hópi av tilfari, sum ikki er endaliga viðgjørt. M.a. er talan um tær mongu royndir, sum eitt norskt kanningarfelag gjørdi á havbotninum við Føroyar fyri nøkrum árum síðani.