Tá Jarðfeingi flytir úr hølunum hjá Svend Krosstein í Hoyvík og út í gamla Snikkaravirkið í Grønlandi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn, so flytir stovnurin undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, hvørs endamál er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði úr einum bygningi við grønari orku í ein illa bjálvaðan bygning, sum verður hitaður við olju.
Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um grøna orku. Á Jarðfeingi mæla tey staðiliga fólki til at velja grønar orkuloysnir fram um oljufýr. Seinast var tað kjakið um, hvussu Glasir skal hitast. Boðskapurin frá Jarðfeingi hevur verið greiður, at jarðhiti er besta orkuloysnin. Sjálvt fjarhitin frá Fjarhitafelagnum í Havn er ikki nóg grønur sambært Jarðfeingi sjálvt.
Les eisini: Jarðfeingi flytir út í Grønland
Men tað verður so ikki galdandi fyri Jarðfeingi. Tí frá 1. februar at rokna verður Jarðfeingi fastur kundi hjá øðrum av oljufeløgunum í Føroyum, og tá fáa fólkini hjá Jarðfeingi hita undir neglirnar av myrkasvartari orku frá olju – og tá fer umhvørvisstovnurin aftur at teljast millum tey, sum dálka náttúruna við CO2 útláti.
Poul Clementsen, sum er ein av eigarunum av bygninginum, sum Jarðfeingi nú fer at leiga, sigur, at bygningurin verður høvuðsumvældar áðrenn Jarðfeingi flytur inn.
– Bygningurin skal bjálvast og klaðast. Alt skal eftirhyggjast, nøkur vindeygu og hurðar skulu skiftast – soleiðis at bygningurin kemur at standa sum høvuðsumvældur, sigur hann.
Men tað liggur ikki í kortinum, at bygingurin skal skifta orkukeldu frá olju til jarðhita.