Jarðfeingi um Tornado: Sera gott fyri okkum

-Hetta sær ikki so galið út. Tað er av fínasta slag.

So fegin og positivur er stjórin yvir øllum stjórum, tá tað snýr seg um føroyska oljuleiting, Petur Joensen á Jarðfeingi, tá vit spyrja hann um seinasta fundið við markið.

Málið hann sipar til er seinasta oljufundið beint við markið. Eitt samtak av oljufeløgum, OMV, Dana Petroleum, Faroe Petroleum, Dong og Idemitsu boðaði í vikuni frá, at tey høvdu gjørt eitt fund einans tríggjar fjórðingar frá føroyska markinum, á leitimiðinum Tornado.

Hóast stjórin á Jarðfeingi hevði verið enn meira fegin, um talan var um eitt fund á føroyskum øki, so metir hann slíkt fund so tætt við av alstórum týdningi fyri okkum. Hetta vísir á, at hetta seinasta fundið er bara enn ein staðfesting av, at olja er her nærhendis, og tað gevur so aftur oljufeløgunum meira trúgv uppá Føroyaøkið.

Tá tíðindini komu út um fundið í Hetlandi ringdi BBC til Jarðfeingi og spurdi, um føroyingar ikki vóru ævinsjúkir, at øll fundini, sum gjørd verða, liggja skeivu megin markið!

-Eg svaraði, at tað er ikki spurningurin í løtuni, um tað eru teir ella vit, sum finna oljuna. Tað, sum umræður, er at skapa áhuga millum oljufeløgini fyri at koma henda vegin.

Petur Joensen, sum fylgir gongdini eystan fyri markið sera neyvt, vísir á, at tað skilst, at olja er funnin uppaftur nærri markinum enn Tornadofundið. Talan er um Cambokelduna, sum liggur eitt sindur longur norðari. Hon sigst at vera einans hálvan annan fjórðing frá markinum.

Petur Joensen heldur sjálvur, at Tornadofundið fyrst og fremst hevur ein psykologiskan týdning fyri okkara øki. Og so er tað sjálvandi eisini gott fyri fleiri av feløgunum, sum eisini eru virkin á okkara landgrunni. Tað ger tað meira hugaligt hjá teimum eisini, tí tað gevur ábendingar um, hvat helst eisini fyri føroysku megin markið.

Jarðfeingistjórin sigur víðari, at verður hetta seinasta fundið loksins eisini grundarlag undir eini útbygging og harvið menning av infrakervinum í økinum, so fer tað við tíðini eisini at gagna framtíðar virkseminum á Føroyaleiðini.

Samanumtikið eru fleiri av hendingunum eystan fyri markið í eina tíð góð marknaðarføring av føroyska landgrunninum eisini.

Á Jarðfeingi hava tey tí eitt sera vakið eygað við gongdini í bretskum øki, um somu tíð sum tey fyrireika seg til ta kanska mest áhugaverdu boringina á landgrunninum nakrantíð, nevniliga Anne Marie brunnin, har sett verður á um minni enn eitt hálvt ár.