Jarðfeingi fegnast um boring

-Tað er frálíkt, at vit fáa enn eina boring á føroyskum øki. Hetta sigur nýsetti stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen, nú eitt samtak við Statoil, Dong og OMV hevur gjørt av at bora ein brunn á landgrunninum.

Petur Joensen vísir á, at endamálið við leitiloyvunum er jú, at tey skulu munna út í boring, og tá tað úrslitið verður nátt, er tað sera gleðiligt. Boringar eru jú einasti máti at staðfesta, um undirgrundin goymir kolvetni. Umframt at hetta hevur væl av virksemi við sær í Føroyum.

Petur Joensen, sum hevur starvast á Jarðfeingi í mong ár, fyrst sum deildarleiðari og seinni sum stjóri hevur alla orsøk til at fegnast, tí fleiri brunnar eru tann besta nýggjársgávan til hansara stovn og til Føroya fólk.

Uppá fyrispurning hvussu gongur við ymsu loyvunum sigur hann, at tey fylgja væl við, hvussu arbeiðið gongur í ymsu loyvunum og hava tí havt ábendingar um, at í hesum loyvinum – 008 - kundi vera okkurt áhugavert. Men tað eru jú so nógv ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, áðrenn komið verður hartil, at avgerð verður tikin um at binda seg til eina boring. So ein veit ongantíð, hvat úrslitið kann verða. Hetta virksemið krevur tí stórt tolsemi - tað kann verða drúgt. Alheims fíggjarkreppan hjálpir heldur ikki uppá hetta.

Petur Joensen sigur víðari, at fyri økið sum heild hava tey góðar vónir, tí tað eru fleiri ótroyttir møguleikar, sum tey meta skulu troytast - og helst koma at verða troyttir. Tað er ein spurningur um tíð. Tað kann ganga nokk so skjótt, men tað kann eisini koma at taka nøkur ár enn. Í vár byrja ENI, Cieco og Føroya Kolvetni sína boring á loyvi 005. Verður tað úrslitið jaligt, ja, so eru vit í eini góðari støðu. Verður úrslitið minni gott, so verður tilgongdin drúgvari. Og tá er tað gott, at hesin brunnurin "er komin í hús". Tað verður eisini við til gera onnur feløg meira varug við føroyska økið.

-Annars verður alla tíðina arbeitt við øllum loyvunum. Vit fylgja vit væl við arbeiðinum og meta ymist áhugavert standa fyri framman.