Jarðarkona vitjar í Koltri

Tað er ikki tí, at barnsburður nærkast, at ein jarðarkona herfyri var í Løðuni í Koltri.

 

 

Í gjár skrivaði neyvi eygleiðarin, fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson, at ein jarðarkona hevur verið í Løðuni í Koltri.

Flestu munnu vita, at jarðarkona er snøggur fuglur, sum ikki er hin mest vanligi at síggja í Føroyum.

- Hendan jarðarkonan vitjar á hvørjum ári her Norðuri í Gerði, beint við húsini. Tær eru óvuliga styggar. Vit møta henni av og á úti í Løðuni, har henni dámar at halda til.

Dagurin, sum Bjørn Patursson umrøður, er hin 19. januar í ár, tá tað eisini eydnaðist honum at taka eina mynd av fuglinum í Løðuni.

- Tað tykist, sum henni dámar væl at halda til við mataránna, í lokarennum og har sítt deyðagræs er, skrivar fyristøðumaðurin á Facebook-síðuni, Koltur.

Bjørn Patursson leggur aftrat, at tey eru vís í, at í minsta lagi tvær jarðarkonur hava verið í Koltri í senn, og hin heldur til Heimi í Húsi.

Í føroyskum keldum um jarðarkonu verður sagt, at fuglurin er í Føroyum alt árið, tó at lítið sæst til hennara. Hon er náttarfuglur.

- Tá hon onkuntíð kemur út um dagin, dugir hon væl at fara hulisliga at. Lítið ella einki sæst hon flúgva, men óføra kvik er hon til fóts, verður lagt aftrat.