Jarðarferð Turtshaninoff

Peter Turtschaninoff fer til gravar í morgin.

Petur var ein av teimum trúgvu vinunum, eg kom at kenna í norðurlendskum samstarvi. Fyrstu ferð, vit hittust, var á Nordfag-ráðstevnu í Hvanneyri á Borgarfjørðinum í Íslandi. Nordfag er felagsskapur hjá 12.000 starvsfólkum í almennu loftmiðlunum í Norðurlondum og til 1991 vóru Føroyar ikki limur.
Íslendingar skipaðu fyri ráðstevnuni í 1991 og teir vildu hava føroyingar við. Eg bleiv boðin og eftir eina royndartíð í tvey ár gjørdust Føroyar sjálvstøðugur limur í 1993.
Á einum samstarvsfundi í Finnlandi nakað seinni bjóðaði eg til fyrsta nevndarfundin í Føroyum. Um hetta mundið var bara eitt gott ár eftir av starvstíðini hjá Jan Kløvstad sum stjóri í Norðurlandahúsinum.
Jan gav okkum innivist at fundast í Norðurlandahúsinum og tá vit vórðu víst runt í húsinum og stóðu á gólvinum í Klingruni, vildi Petur hava at vita, nær stjórastarvið fór at verða lýst leyst. Tað var í sterkari trúgv og fullari vissu at hann segði: »Den här jobben vill jag ha!«
Petur tók øll tey skeið, sum hann helt vera neyðug, søkti starvið og fekk tað.
Onnur hava røtt um tað, sum Petur hevur avrikað tey árini, hann var í Føroyum. Men hann helt á at vera góður »føroyingur«. Týddi føroyskar bókmentir til finskt og finskar bókmetir til føroyskt og gjørdi útvarpssendingar - bæði um bókmentir, samfelagsmál og um tónleik. Hann var musikalskur, hevði spælt í rockorkestri og reypaði onkuntíð av, at var hann ikki so tungur fyri andanum, hevði hann verið ein tann besti operasangarin í heiminum.
Var heilsan ikki so góð, hevði Petur kortini eitt lætt í sinni. Sjáldan lat hann onnur vita, at hann ikki hevði tað gott. Kundi syngja og undirhalda í tímar. Tá myrkri legðist á og mánin kom upp fór hann at fortelja skemtisøgur. Ongastaðni í heiminum munnu søgur vera so rámandi og bersøgnar, sum í Norðurkalottinum. Onkrar vardu upp móti hálvum tíma. Eg haldi, hann dugdi einar 99 søgur bara um fyrrverandi finska uttanríkisráðharran, Karjalainen.
Við ættarbondum í Karelen, russiska lýðveldinum millum St. Pætursborg og Hvítahavið, sum seinni fekk fullan sjálvsavgerðarrætt, skilti Petur væl føroyska stríðið fyri fullveldinum. Og eingin ivi var um, hvar hann stóð. Hann vildi hava tað at ganga skjótt. Og í einum telduposti í februar 2002 spáddi hann, at vánaliga stevi í samgonguni fór at forða fullveldisgongdini.
Petur livdi sum føroyingur, tey árini hann var í Føroyum. Vit, sum kendu hann, vita at tíðin í Føroyum var tann besta, hann hevði havt. Tí longdist honum aftur. Í seinasta teldupostinum sigur hann, at »jag längtar efter grind och spik, turran fisk, skärpekött och gott färiskt öl. Förrästen har det varit någon grind det senaste året. Borde kanske tänka om och flytta tillbaka«.
Ivaleyst vóru karmarnir ov trongir í Føroyum at hann kundi liva her. Familjan var í Finnlandi og børnini høvdu brúk fyri honum.
Nú Petur doyði, var hann í útbúgvingarørindum í Barcelona. Hevði verið í tríggjar mánaðar og skuldi heimaftur 21. november, men doyði brádliga um morgunin 19. november, bara 52 ára gamal.
Petur fer til gravar hósdagin úr 11. desember kl. 13.30 finska tíð. Í ervinum fara tey uppá gólv at kvøða Ormin Langa, sum Petur lærdi nýggju unnustu sína ta tíðina, tey vóru í Spanialandi. Unnustan, Maarit, sigur at kvøðast skal við lagnum hjá TÝR og tað verður gjørt til minnis um føroyska ungdómin, sum Petur opnaði Norðurlandahúsið fyri.
Samkensla kann sendast til mammu Petur, Maj-Lis Turtshaninoff, Artholmsgatan 7 B, FIN 00150, Helsingfors.
Friður verið við minnunum um Petur.

Helgi Jacobsen