Jarðarferðir á Tjóðpallinum

Í gjár var frumframførsla á Tjóðpalli Føroya av barnaleikinum ?Heimsins bestu jarðarferðir?.

Hetta er ein poetiskur leikur, sum tey flestu kunnu kenna seg aftur í. Leikurin viðger deyðan á ein poetiskan og natúrligan hátt; deyðan, ið hugtekur og ræðir okkum øll, eisini børn. Hesin leikurin fæst óræddur við hetta evnið, ið vit viðhvørt aftra okkum við at viðgera saman við børnum.

 

Leikurin verður fyrst framførdur á Tjóðpalli Føroya næsta sýning verður týskvøldið kl. 18. Seinni verður farið at ferðast kring landið.

 

Leikurin er fyrst og fremst ætlaður børnum frá 5 til 10 ára aldur, men talar eisini til størri børn og ikki minst vaksin.

 

Tað eru tey bæði Barbara Christophersen og Bárður Persson, ið spæla leiklutirnar, meðan Birita Mohr leikstjórnar.

 

Hetta er ein svenskur barnaleikur, ið Volker Quandt hevur gjørt til leik eftir bókini ?Alla döda små djur? eftir Ulf Nilsson og Evu Eriksson. Laura Joensen hevur týtt, Katrin Bonde stendur fyri búnunum.

 

Brot úr leikinum:

?- Verðin er full av deyðum! segði Ester. - Millum allar runnarnar liggur ein deyður fuglur, ein firvaldur, ein mús. Onkur má verða fittur og taka sær av teimum. Onkur má taka seg saman og jarða øll hesu deyðu. - Hvør? spurdi eg. - Vit, segði hon. Ester var altíð so djørv. Sjálvur ræddist eg bæði lívið og deyðan.?