Tað var ikki rættiliga javnvág í búskapainum hjá kongshúsinum í 2018.
Inntøkurnar hjá kongshúsinum vóru 81,6 milliónir krónur, men fleiri pengar vóru brúktir, og tilsamans endaði tað við einum halli upp á 1,6 millónir krónur.
Tað vísir roknskapurin hjá kongshúsinum, sum varð almannakunngjørdur í dag.
Hallið stóðst av millum annað, at kongshúsið hevði serligar útreiðslur í sambandi við sjúku, deyða og jarðarferðina hjá Heindriki prinsi.
Heindrikur Prinsur doyði 13. februar í 2018 og varð jarðarður eina viku seinni.
Umframt vóru útreiðslur í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Fríðriki krúnprinsi, sum hevði rundan dag 26. mai í fjør.
Harumframt vóru útreiðslur í sambandi við ríkisvitjan í Frankaríki og ein veitsla fyri stjórnini og Fólkatinginum og fyri donsku limirnar í Evropatinginum.
Kongshúsið skrivar í roknskapinum, at skerjingar eru gjørdar í starvsfólkatali eftir at Heindrikur prinsur doyði. Tað hevur hjálpt til at avmarka hallið.
Í 2019 væntar kongshúsið, at tað verður javnvág aftur millum inntøkur og útreiðslur.
/ritzau/