Gosið úr Mount Tambora tann 10. apríl í 1815 er tað størsta, sum menn vita um at siga. Fjallið sendi umleið 400 milliónir tons av svávulsýru upp upp í atmosferuna, og tað hevði við sær, at summarið í 1815 gjørdist tað kaldasta nógvastaðni í heiminum. Í Miami í USA var frost í juni og juli, og vínakrarnir í Fraklandi og Týsklandi bóru onga frukt tað árið.
Tann størsti skaðin var kortini á indonesisku oynni Sumbawa, sum varð løgd undir ovurtjúkk løg av øsku og gróti. Alt livandi á oynni doyði, og hildið verður, at gosið kravdi umleið 80.000 mannalív.
Nú hava fornfrøðingar hjá einum lærdum háskúla í USA funnið mannabein og ymsar lutir á oynni, og teir ivast ikki í, at teir eru komnir niður á høvuðsbýin, sum eina ferð var á Sumbawa. Haraldur Sigurðsson, sum stendur fyri kanningunum, sigur við AP, at helst hava umleið 10.000 fólk búð í býnum, tá hann bleiv lagdur undir heilt sum Pompeii á sinni.
Tíðliga í 19. øld høvdu bretskir og franskir vísindamenn fingið áhuga fyri fólkinum á Sumbawa, tí tey tosaðu eitt mál, sum eingin annar tosaði. Men hetta bleiv ongantíð kannað, tí gosið beindi fyri øllum á oynni.
Málið varð útruddað, men vit royna at fáa hesi fólkini at tosa aftur við at grava tey undan, sigur Haraldur Sigurðsson við AP.