Japanskur kærleiki á føroyskum

Fyri fyrstu ferð er ein japansk bók týdd til føroyskt. Talan er um kærleikssøguna Sunnan fyri markið eftir heimskenda høvundan Haruki Murakami


Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroysk týðing av eini japanskari skaldsøgu sæð dagsins ljós í føroyskum bókabúðum. Tað er Pauli Nielsen, sum hevur týtt bókina Sunnan fyri markið eftir japanska høvundan Haruki Murakami til føroyskt eftir ensku, donsku og íslendsku útgávunum. 



Kærleikssøga

Sunnan fyri markið er ein kærleiksøga av tí slagnum, sum minnir nógv um heimskenda filmin ”Casablanca”. Eins og filmurin, snýr bókin seg um tvey, sum ikki kunnu fáa hvønnannan, tí umstøðurnar gera tað ógjørligt.

Høvuðspersónurin Hajime verður tveittur út í sína størstu lívskreppu, tá barndómsvinkonan, Shimamoto, brádliga ein dagin trínur inn á vælumtóktu jazzabarrinu, sum Hajime rekur. Í royndini at endurvinna teirra mistu fortíð, blakar Hajime øll siðbundin krøv um eitt sømuligt lív fyri borð. Í staðin váðar hann alt – bæði karrieru og familjulív – og letur seg stýra af sínum innara longsli og dreymum. 



Nýggj byrjan

Í síni rannsóknarferð í innaru drívmegini hjá høvuðspersóninum verður Sunnan fyri markið samstundis ein uppgerð við siðbundnar japanskar bókmentir, har evni sum persónligur samleiki, seksualitetur og kærleiki hava verið mest sum óhoyrd heilt fram til endan av seinna veraldarbardaga.

Sum høvundur umboðar Murakami harvið eina nýggja byrjan, sum samstundis verður tematiserað í sjálvari søguni. Eins og høvundurin, er høvuðspersónurin føddur beint eftir seinna veraldarbardaga og navn hansara, Hajime, merkir ”byrjan” á japanskum. Hajime er einabarn og verður hann soleiðis ímyndaliga lýstur sum barn av einum nútímans Japan, har trongdin at realisera seg sjálvan í ávísan mun er sett í staðin fyri eina skipan, ið bygdi á kollektivt disiplin og tigandi lýdni. 



Stríð millum ættarlið

Ikki óvæntað halda nógvir eldri japanskir rithøvundar lítið um skrivingina hjá Murakami. Sambært teimum, skrivar hesin umstríddi høvundurin alt ov nógv um kynslívið og leitar sær alt ov nógvan íblástur úr vesturlendskari mentan. Og í grundini raka hesar atfinningar beint í kjarnina á tí ørindi, Murakami hevur við síni skriving.

Murakami hevur nevniliga sett sær fyri at broyta japanskar bókmentir innaní frá, so tær betri endurspegla sjálvsfatanina hjá tí nýggja Japan. Sostatt líkist illviljin móti Murakami mest einum stríði millum ættarliðini í japanskum bókmentum.

Haruki Murakami hevur skrivað 17 skaldsøgur, umframt at hann hevur umsett amerikanskan skaldskap til japanskt. Sagt verður um hansara skaldskap, at við sínum dygga kunnleika um amerikanskar bókmentir, hevur Murakami megnað at bróta tann stongsul, sum strongu formligu krøvini hava hildið japonskum bókmentum í.

Í øllum førum fær Haruki Murakami skrivað japanska veruleikan inn í altjóða mentan á ein hátt, sum serliga hugtekur yngri lesarar.