Japanskir bilar kallaðir innaftur

Japonsku bilverksmiðjurnar Toyota, Honda, Nissan og Mazda kalla nú næstan 2,9 milliónir bilar innaftur, tí trupulleikar eru við airbag-skipanini.

Tað eru yvirhøvur bilar frá Toyota og Honda, sum hava trupulleikan, og nógv teir flestu bilarnir, sum verða kallaðir innaftur, eru frá hesum báðum verksmiðjunum.

490.000 av bilunum eru seldir í Evropa, 580.000 í Norðuramerika, 320.000 í Japan og 340.000 í øðrum londum.

Ein talsmaður fyri Toyota sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at teir 1,7 millión bilarnir, sum verksmiðjan vil hava innaftur, eru gjørdir í tíðarskeiðinum frá november í 2000 til mars í 2004.