Japanski landbúnaðarráðharrin deyður fyri egnari hond

Japanski landbúnaáðrráðharrin, tann 62 ára gamli Toshikatsu Matsuoka, er deyður fyri egnari hond eftir ákærur um misnýstlu av almennum viðrum.

Fleiri fjølmiðlar hava seinastu tíðina lagt ráðharran undir at hava ein leiklut í korruptiónsgølum. Hann verður m. a. ákærdur fyri at hava tikið ímóti gávum frá handilsmonnum, sum eru blandaðir upp í eina svikagerð við lisitatiónum.

Matsuoka hevur fleiri ferðir noktað at hava gjørt nakað galið. Sjálvmorðið hjá landbúnaðarráðharranum hendir færri enn tveir mánaðir fyri eitt val til japanska yvirhúsið ? eitt val, sum verður hilið at hava stóran týdning fyri forsætisráðharran, Shinzo Abes, og stjórn hansara.

Matsuoka skuldi seinn í dag svara spurningum um málið í japanska tjóðartinginum.