Seinastu dagarnir hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri framleitt lodnu, sum skipini hava fiskað við Ísland og lodnan verður send langt av landið.
Lodnan verður skild millum hannar og honir. Honinar vera í stóran mun seldar til Japan og í tí sambandinum eru tað komnir 6 japanesarar á Varðan Pelagic at fylgja við framleiðsluni.
Tey eru tó ikki nýggj andlit á Varðanum Pelagic, hesir japanesarar hava vent aftur til Varðan Pelagic nú á fjórða ári.
Japanesararnir eru sera væl nøgdir við fiskin teir fáa. Á Varðanum Pelagic er góðskan í hásæti og verður alla tíðina miðað eftir at hava so góðan fisk sum gjørligt.
Tann lodnan, sum japanesararnir ikki keypa, verður seld til Russlands og Kina.
Hetta skrivar Varðin Peladic á síni jeimasíðu, har eisini fleiri myndir eru at síggja.