Enn vilja japanar kortini ikki siga nógv um tann nýggja hvalin. Í løtuni eru teir í ferð við at kanna, hvørjum hesin hvalurin livir av, hvussu hann nørist, og um tað eru serlig viðurskifti, sum gera av, hvørjum økjum hann heldur til í.
Navn hevur hann kortini fingið. Japanar hava valt at geva hvalinum latínska navnið Balaenoptera omurani, og hann fingið navn eftir Hideo Omura, sum var ein tann fremsti japanski hvalagranskarin í seksti- og sjeytiárunum.
Japanar varnaðust tað nýggja hvalaslagi longu fyri meiri enn tjúgu árum síðani, tá nøkur rannsóknarskip fingu átta hvalir á leiðini millum Kyrrahavið og Indiska Havið. Í 1998 rak ein hvalur av hesum slagnum á land á japonsku oynni Tsunoshima.
Men tað hevur tikið vísindamonnunum meiri enn tjúgu ár at fáa staðfest, at talan veruliga er um eitt higartil ókent hvalaslag, skrivar bretska náttúruvísindatíðarritið Nature. Í kanningunum hava japanar nýtt nútímans biotøkni og DNA-royndir.
Amerikanski vísindamaðurin Peter Raven heldur, at tað finnast umleið tíggju milliónir ymiskar verur á Jørðini, og at bara umleið hálv onnur millión eru staðfestar og hava fingið navn enn.










