Japanar fara at kanna tunlarnar

Í Japan hevur stjórnin givið vegamyndugleikunum boð um at kanna allar tunlar, sum eru av sama slagi sum Sasago-tunnilin, har ein partur av loftinum datt niður um vikuskiftið.

Løgreglan sigur, at níggju fólk doyðu í tunlinum, sum er 80 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin, Tokyo.

Sambært BBC eru serfrøðingar farnir at kanna, hví vanlukkan hendi, men teir gita, at jarnfesti, sum hildu loftinum, kunnu vera loysnað. Sagt verður, at umleið 20 tunlar skulu kannast.