Japanar fáa stórhvalatvøst úr Íslandi og Noregi

Myndugleikarnir í Japan hava givið fyritøkum loyvi til at innflyta stórhvalatvøst úr Íslandi og Noregi

Fyribils hava fyritøkurnar fingið loyvi at innflyta 65 tons av stórhvalatvøsti. Talan er um sildrekatvøst, sum hevur ligið á goymslu í einum frystirúmi síðani í juni.

Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, sigur við íslendskar fjølmiðlar, at hann vónar, at stórhvalaveiða aftur kann gerast ein verulig vinnugrein í Íslandi. Hann sigur, at hendan vinnan kann geva mong arbeiðspláss og harafturat fremmant gjaldoyra.

Fiskimálaráðharrin heldur ikki, at skynsom stórhvalaveiða fer at skaða umdømi Íslands, so leingi veiðan er burðardygg.