Mangt bendir á, at ein tyfon - ella tropisk ódn - fer at raka Okinawa í Japan hósdagin.
Í hesum sambandi verða fleiri túsund íbúgvar fluttir burtur úr økjum, sum kunnu gerast harðast rakt.
Tað er ódnin, Khanun, sum nærkast, og næstu dagarnar verður roknað við grimdarregni og vindstyrki, sum kann koma heilt upp í 65 metrar um sekundið.
Meðan ódnin flytir seg norðuryvir, hevur verið heitt á íbúgvar í økjum, sum kunnu væntast at verða harðast rakt, um at rýma.
Í økishøvuðsstaðnum Naha er væntandi, at í minsta lagi 20.000 fólk noyðast at rýma.
Japansku myndugleikarnir hava eisini sæð seg noyddar at steingja flogvøllin í Naha, og í minsta lagi 900 komur og fráferðir verða avlýstar.
- Hetta snýr seg bæði um innanlands-og uttanlandsflúgving, siga myndugleikarnir í økinum.
Ávarað verður um, at væntast kunnu umleið 180 millimetrar av regni í økinum teir næstu dagarnar, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











