Japan vann á Spania í OL-fótbólti

Japan vann í dag rættiliga óvæntað á Spania í olympisku fótbóltskappingini hjá monnum. Dysturin, sum var á Hampden Park í Glasgow, endaði 1-0 til Japan. Málið skjeyt Yuki Otsu í 34. minutti.

 

Tað gjørdi ikki uppgávuna hjá spanska liðnum lættari, at Inigo Martínez bleiv útvístur beint undan steðginum.

 

Í sama bólki spældu Honduras og Meksiko javnleik 2-2.

 

Nakrir dystur eru afturat í dag. Eitt nú spæla Ongland og Senegal á Old Trafford.